Oyggjaleikir

Oyggjaleikir eru ítróttarkappingar millum oyggjalond. Fyrstu leikirnir vóru á Isle of Man. Limalond í Oyggjaleikasambandinum taka lut og skiftast um at vera vertsland.

Oyggjaleikirnir verða hildnir annaðhvørt ár. Seinastu leikirnir vóru á Isle of Wight í 2011, og verða aftur á Bermuda í 2013. Meðan leikirnir vórðu hildnir í Hetlandi fingu føroyingar hug at vera vertsland aftur, og ÍSF hevur søkt um at vera vertsland í 2015. Tað bleiv tó ikki til veruleika, men nú sigur Oyggjaleikanevndin, at Føroyar hevur góðan møguleika fyri at gerast vertir í 2019,[1] tað bleiv tó av ongum orsakað av, at Føroyar enn ikki hava nakran góðkendan golfvøll.

  1. "Sportal.fo, Føroyar kunnu fáa Oyggjaleikir í 2019". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-01. https://web.archive.org/web/20110701115732/http://sportal.fo/grein/foroyar_kunnu_faa_oyggjaleikir_i_2019. Heintað 2011-06-29. 

Oyggjaleikir

Dodaje.pl - Ogłoszenia lokalne