Our website is made possible by displaying online advertisements to our visitors.
Please consider supporting us by disabling your ad blocker.

Responsive image


Aruba

Aruba
Flagg Aruba
(Flagg Aruba)
Skjaldarmerki Aruba
(Skjaldarmerki Aruba)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "Aruba Dushi Tera"
Alment mál Niðurlendskt og papiamento
Høvuðsstaður Oranjestad
Forsætisráðharri Willem-Alexander
Guvernørur Alfonso Boekhoudt
Fullveldi Onki*
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
178.91 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
109,153
567/km²
Gjaldoyra Florin (AWG)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .aw
Telefonkota +297
*Partur av Kongaríkinum Niðurlond

Aruba er ein niðurlendsk oyggj beint úti fyri strondina í Venesuela. Aruba er ein av ABC-oyggjunum, ið eru í Karibiska havinum. Oyggin er 179 km2 til støddar og liggur bara 27 km frá suðuramerikanska meginlandinum í Venesuela. Høvuðsstaðurin eitur Oranjestad. Í januar 2000 var fólkatalið í Aruba 90,506; í januar 2013 var tað vaksið til 109,153 [1]. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almennu málini í Aruba eru tvey, niðurlendskt og papiamento [2]. Upprunafólkið í Aruba eru indiánar. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Aruba; umleið 81 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2013 [3].



Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Aruba; ferðavinnan hevur stóran týdning í Aruba í 2013. Tølini hjá CIA World Factbook vísa, at ferðavinnan stendur fyri umleið 1/3 av samlaða BTÚ í 2013 [4]. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Aruba er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Størsta menningin og mesta virksemið er eisini fram við strendurnar. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Flestu ferðafólkini eru úr USA. 



Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Cocomo hjá Beach Boys. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum.

Oyggin Aruba er 179 km² til støddar, t.e. nakað størri enn Vágar, sum er 177 km².

  1. http://www.cbs.aw/index.php/products/publications/161-publications/population-society/population-society/census-2010/220-census2010results-aa1
  2. http://books.google.com/books?id=4SMLb6hKv4YC&lpg=PT276
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-06-04. https://web.archive.org/web/20110604234830/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html. Heintað 2014-03-12. 
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-06-04. https://web.archive.org/web/20110604234830/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html. Heintað 2014-03-12. 

Previous Page Next Page






Aruba AF Aruba ALS አሩባ AM Aruba AN Aruba ANG अरूबा ANP أروبا Arabic اروبا ARZ আৰুবা AS Aruba AST

Responsive image

Responsive image