Gjaldoyrað evra ella euro (symbol € ella EUR) er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum. Danmark er ikki við í gjaldoyrasamstarvinum, men danska krónan er kortini sterkt tengd at evruni - kursurin liggur altíð og ridlar um 7,45 DKK fyri eina EUR.
Í løtuni eru 20 lond við í evruøkinum (Euro Area ella Eurozone).[1] Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum San Marino, Monako og Vatikanið umframt oyggjalondini Saint-Pierre og Miquelon og Mayotte, seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Montenegro, Andorra, Kosovo og fleiri oyggjalond, afturat teimum eru minst ellivu gjaldoyru knýtt at evruni.