| |||
Tjóðarslagorð: "Liberté, égalité, fraternité" | |||
Tjóðsangur: "La Marseillaise" | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Cayenne | ||
Forseti Fraklands | Emmanuel Macron | ||
Forseti | Rodolphe Alexandre | ||
Fullveldi | Einki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
83,534 km² 0,02 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
250,109 3,0/km² | ||
Gjaldoyra | Euro | ||
Tíðarøki | UTC-03 | ||
Økisnavn á alnetinum | .fr | ||
Telefonkota | +594
| ||
Franska Gujana (á fronskum Guyane française ella bara Guyane) er í landnyrðingspartinum í Suðuramerika, eystan fyri Surinam og norðan fyri Brasil. Tað er franskur landslutur, har tey hava evruna sum gjaldoyra, og fólkið hevur atkvøðurætt til øll val í Fraklandi. Høvuðsstaðurin er Cayenne, sum hevur givið navn til m.a. cayennepipar. Landið er um leið tvær ferðir so stórt sum Danmark, men har búgva bara um leið 250.000 fólk. 95,5 prosent av lendinum í Fronskum Gujana er regnskógur[1], ið er ein tann fremsti í heiminum, tá ið talan er um lívsfrøðiligt margfeldi. Einasta hjálandi, ið er eftir í Suðuramerika, er Franska Gujana, í mong ár kent fyri Devlaoynna, illa gitnu fangaleguna stutt úti fyri strondini. Nú er landið betur kent fyri at vera miðstøð fyri evropeiskar rúmdarverkætlanir.