| |||
Tjóðarslagorð: "Fraternité, Travail, Progrès" | |||
Tjóðsangur: "La Nigérienne" | |||
Alment mál | Franskt, tjóðarmál: Hausa, Fulfulde, Gourmanchéma, Kanuri, Zarma, Tamasheq | ||
Høvuðsstaður | Niamey | ||
Forseti | Mohamed Bazoum | ||
Forsætisráðharri | Ouhoumoudou Mahamadou | ||
Fullveldi | 3. august 1960 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,267,000 km² 0.02 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2020 - tættleiki |
22,772,361 12.85/km² | ||
Gjaldoyra | CFA Frankur | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ne | ||
Telefonkota | +227
| ||
Tjóðveldið Niger (alment franskt heiti République du Niger) er eitt stórt land í Vesturafrika. Niger er eitt av fátækastu londunum í heiminum, og er í løtuni á markinum til hungursneyð. Tey flestu av teimum stívliga 16 milliónum fólkunum í Niger búgva í turra Sahellendinum, ið gongur sum ein smalur geiri tvørtur um syðra part í landinum. Norðan fyri Sahel er stóra og ómilda Sahara, har tuaregarnir búgva.
Stóra landið Niger er umgyrt av øðrum londum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Niger hevur mark við Algeria og Libya í norðri, Mali og Burkina Faso í vestri, Benin og Nigeria í suðri og Kjad í eystri.