Olympia (Grikst: Ολυμπία Olympía) var eitt halgistað í forna Grikkalandi og er kent fyri at vera heimstaðið fyri fornu olympisku leikirnir í klassisku griksku tíðini. Olympisku leikirnir vóru hildnir hvørt fjórða ár frá í hvussu er ár 776 f.kr.[1]. Fyrstu leikirnir vóru hilndar fyri at heiðra grikska gudin Zeus. Theodosius I keisari avtók olympisku leikirnir í ár 394 e.kr. av tí at hann metti at leikirnir vóru heidnir.
Olympia hevur fingið status sum Heimsarvur (World Heritage Site) av UNESCO.