Oranjestad er høvuðsstaðurin í Aruba. Býurin hevur umleið 34 980 íbúgvar og er størsti býur á oynni. Navnið merkir Appelsinbýurin, men á lokala málinum, papiamento, verður býurin ofta umrøddur sum Playa. Oranjestad er uppkallaður eftir Willem van Oranje-Nassau.