| |||
Tjóðarslagorð: "Paz y justicia" | |||
Tjóðsangur: "Paraguayos, República o Muerte" | |||
Alment mál | Spanskt, gurani | ||
Høvuðsstaður | Asunción | ||
Forseti | Fernando Lugo | ||
Varaforseti | Federico Franco | ||
Fullveldi | 14. mai 1811 (frá Spania) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
406 750 km² 2,3 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
6 454 548 15/km² | ||
Gjaldoyra | Guaraníes (PYG) | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .py | ||
Telefonkota | +595
| ||
Paraguei ella Paraguai er eitt land í Suðuramerika. Grannalond eru Argentina, Bolivia og Brasil. Landið er 406.752 m2. Tann stóra áin Paragueiá sker landið í tvíningar. Stívliga 6,8 milliónir fólk búgva í Paraguei, av teimum búgva 44 % í býunum. Høvuðsstaður er Asunción, har búgva 519.000 fólk. Høvuðsmálið í Paraguei er spanskt, men flest øll tosa eisini tað gamla indiánamálið, guarani, og í býunum tosa summi bara spanskt. Paraguei gjørdist óheft av Spania í 1827. Mesti útflutningurin er bummull og soyabønir.
Tá ið tað hevði verið partur í spanska hjálandaríkinum í úti við 300 ár, gjørdist landið sjálvstøðugt í 1811. Síðan hava einaræðisharrar stýrt landinum næstan alla tíðina. Gitnastur var Alfredo Stroessner herovasti, sum ráddi í 35 ár, til kvett varð gjørt ímóti honum í 1989, og hann varð settur frá. Nú verður roynt at byggja landið upp.