Salisbury (Ensk úttala: [ˈsɔːlzbri] ella [ˈsɔːzbri]) er ein enskur býur ið liggur sunnaliga í greivadøminum Wiltshire (Wiltshire County), í útsynningspartinum av Onglandi.
Í 2011 búðu 40.302 fólk í býnum.[1] Harvið er Salisbury næststørsta býur í greivadøminum, næst eftir Swindon.
Salisbury er søguligur býur, grundlagdur á hesum staði í miðøldini. Stásiliga dómkirkjan, "Salisbury Cathedral", varð vigd í 1258. Tornið er 123 m høgt og harvið tað hægsta kirkjutornið í Onglandi. Eitt makaskjal av frælsisbrævinum Magna Carta frá miðøldini verður varðveitt har í dómkirkjuni.
Áirnar Avon og Wylye renna har í býnum saman í eitt.
Heimskenda fornminni Stonehenge liggur einar 13 kilometrar norðan fyri býin.