| |||
Tjóðarslagorð: Unus pro omnibus, omnes pro uno | |||
Tjóðsangur: Sveisiskur Sálmur | |||
Alment mál | Týskt, franskt, italskt, retoromanskt | ||
Høvuðsstaður | Bern | ||
Sambandsveldisforseti | Corina Casanova | ||
Sambandsráðharrar | Doris Leuthard Eveline Widmer-Schlumpf Ueli Maurer Didier Burkhalter Simonetta Sommaruga Johann Schneider-Ammann Alain Berset | ||
Fullveldi | 1648 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
41 285 km² 4,2 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
8 112 200 196/km² | ||
Gjaldoyra | Sveisarfrankur (CHF) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ch | ||
Telefonkota | +41
| ||
Sveis (týskt: Schweizerische Eidgenossenschaft, franskt: Confédération Suisse, italskt: Confederazione Svizzera, rætoromanskt: Confederaziun Svizra) er eitt land í Miðevropa. Í norðri hevur Sveis mark við Týskland, í eystri við Liktinstein og Eysturríki, í vestri við Frakland og í suðri við Italia. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Landið er eitt av ríkastu londum í Evropa.
Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 landspartar (kantonir), og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: franskt, sveisaratýskt, retoromanskt og italskt. 63 % av fólkinum talar sveisaratýskt. Í Zürich og Bern tala tey týskt, men í t.d. Genève og Lausanne tala tey franskt.