Uruguai (Spanskt; República Oriental del Uruguay) er eitt land í Suðuramerika, sum hevur mark við Brasil móti norði og til Argentina í ein útsynning. Har búgva umleið 3,4 milliónir og fólkatíttleikin er 19,1 pr.km². Uruguei fevnir um eitt øki á 176.220 km². Høvuðsstaðurin eitur Montevideo. Málið er spanskt, og tað mesta fólkið er katólskt.
Tað mesta av Uruguai er slættlendi. Jørðin er góð og veðurlagið gott, nóg mikið av regni og góður sólargangur. Landið er tí eitt rætt landbúnaðarland. Bøndurnir hava mest lagt seg eftir seyða- og neytahaldi. Nýtslyplanturnar, sum teir velta mest av, eru epli, hveiti og mais; eisini dyrka teir væl av víni og tubbaki. Av tí at veðurlagið er so lýtt, og stórir sandar eru fram við Atlantshavi, kemur nógv fólk til Uruguai at stuttleika sær úti við strondina í frítíðini.