Lerwick

Lerwick
skotskt gæliskt Liùrabhaig
Státur: Stóra Bretland Stóra Bretland
Land: Skotland Skotland
Umráði: Hetland Hetland
Íbúgvar: 7.070
Postnummar: ZE1
Heimasíða: [1]

Lerwick (skotskt gæliskt: Liùrabhaig), grundlagdur uml. 1653, er størsti býur og høvuðsstaður í Hetlandi. Har búgva umleið 7.070 fólk.

Lerwick er norðasti býur í Skotlandi. Skansin Fort Charlotte ið varð bygdur í 1665 er navngivin eftir drotningini hjá Georg 3 kongi, og er ein av best vardu skansunum í Skotlandi. Navnið kemur av norrønum: Leirvík.

Úr Lerwick er ferjusamband til Aberdeen á skotska meginlandinum og Kirkwall í Orknoyggjum (NorthLink Ferries) og til smærru oyggjarnar Bressay og Out Skerries. Í nøkur ár sigldi Smyril Line uppá Lerwick, men økonomiskt grundarlag var ikki fyri hesi sigling.


Lerwick

Dodaje.pl - Ogłoszenia lokalne