Oyggjaleikir 2011 | |
Vertsland | ![]() |
Luttakandi oyggjalond | 24 |
Luttakandi ítróttarfólk | 2306 |
Ítróttargreinir | 15 |
Byrjað | 25. juni 2011 |
Endað | 1. juli 2011 |
14. Oyggjaleikirnir vóru hildnir á Isle of Wight í døgunum 25. juni til 1. juli 2011. Føroyar gjørdust nummar fýra. Tað vóru 100 føroysk ítróttarfólk sum umboðaðu Føroyar á Oyggjaleikunum 2011. 2306 ítróttarfólk frá 24 oyggjasamfeløgum kappaðust í 15 ítróttargreinum í 190 kappingum.