Our website is made possible by displaying online advertisements to our visitors.
Please consider supporting us by disabling your ad blocker.

Responsive image


Alcazar

Alcazar

Alcazar er ein svenskur tónleikabólkur[1], sum varð stovnaður í 1998. Bólkurin var ein av kendastu tónleikabólkum úr Svøríki, við eini røð av hittum, síðan teirra fyrstu tónleikaútgávu (single) í 1999. Alcazar hevur selt fyri meira enn 12 milliónir tónleikaútgávur frá 2001 til 2004. Alcazar hevur eisini havt altjóða sukse við sanginum "Crying at the Discoteque", sum hevur verið á hittlistum í londum sum USA, Brasil, Avstralia, Japan og í flestu londum í Evropa. Alcazar gavst sum orkestur í august 2011 eftir eina konsert á Stockholm Pride.[2] Alcazar hevur fleiri ferðir luttikið í Melodifestivalen, sum er svenska Melodi Grand Prix, har vinnarin sleppur at umboða Svøríki á Eurovision Song Contest. Teir hava tó ikki vunnið kappingina. Hin 23. februar 2013, komu teir heilt stutt saman aftur fyri at spæla eina potpourri av Melodifestivalinum.

  1. Discogs
  2. Joni Nykänen. "Här tar Alcazar farväl av fansen", Aftonbladet, 7 August 2011. Retrieved 13 August 2011. (á svenskum)

Previous Page Next Page