| |||
Tjóðarslagorð: Harambee | |||
Tjóðsangur: Ee Mungu Nguvu Yetu | |||
Alment mál | Swahili og enskt | ||
Høvuðsstaður | Nairobi | ||
Forseti | Mwai Kibaki | ||
Varaforseti | Rigathi Gachagua | ||
Fullveldi | 12. desember 1963 (frá Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
580,367 km2 km² 2.3 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
38 610 097 66.5/km² | ||
Gjaldoyra | Kenjanskur skillingur (KES) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ke | ||
Telefonkota | +254
| ||
Lýðveldið Kenja (enskt: Republic of Kenya, swahili: Jamhuri ya Kenya) er eitt land í Eysturafrika. Kenja hevur mark við Tansania í suðri, Somalia í eystri, Etiopia í norðri og í vestri við Uganda og Sudan. Høvuðsstaðurin í Kenja er Nairobi. Nairobi er eisini størsti býur og hevur uml. 2,94 millionar íbúgvar. Mombasa er á eysturstrondini og er næststørsti býur. Mombasa er størsti havnabýur í landinum, og frá hesum býnum liggur ein jarnbreyt sum gongur til høvuðsstaðin Nairobi og víðari inn í grannalandið Uganda. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og swahili. Fólkatalið í landinum er 37,9 millionar. Arbeiðsloysið í januar 2009 var 40 prosent.
Síðan Kenja loysti frá Stóra Bretlandi í 1963, hava viðurskiftini í landinum verið rættiliga støðug og politiska stýrið mest sum fólkaræðiligt. Landið er eitt av ríkastu londum í Afrika. Revsifrælsi fyri løgregluharðskap er ein stórur trupulleiki.